Skjalanummar, konta og skuffa
Set virði í teigin “Skjal”! (Hetta er umráðandi.) Eisini kann flugubein setast fyri “Vaksandi skjalanummar”.
Trýst á knøttin við trimum punktum fyri at velja konto í teigin “Konto”.
Veljast kunnu kontur sum hava bankakontur skrásettar.
Vel eina skuffu sum kontoavritið skal flytast í.
Trýst á “Bóka”.
Í skuffuni síggjast nú flytingar frá kontoavritinum, klárar at bóka.