Kontoavritið

Nú eigur kontoavritið fyri teir valdu dagarnar at síggjast á skíggjanum.

Konta skal ásetast fyri at flyta posteringarnar yvir í valdu skuffuna. Um “0” stendur í “Konta” so verður posteringin ikki flutt í skuffuna.

Tað ber til at áseta eina konto við at trýsta á “Konto” teigin á regluni sum skal dagførast.

Knøtturin “Auto konto” kann nýtast til at áseta konto um teigurin “Tekstur frá Heimabanka” inniheldur:

  • Fælles Indbetalingskort (FI/FIK gjøld), 14 tekn.
  • Kontonummar, 6 tekn.
  • Fakturanummar, 8 tekn.

Knøtturin “Auto clearingskonto” setur Clearingskonto kontonummari inn á allar posteringar uttan ásetta konto.

ambod-netbanki

Trýst á “Næsta”.