Áðrenn tú fert í gongd
Ger tær greitt, um øll neyðug kunning er fingin til vega.
Fyri at skráseta bankasamband til føroysku peningastovnarnar krevst fylgjandi:
-
Registreringsnummar hjá peningastovninum
-
Slag av samband - hjá SDC er hetta "BankConnect".
-
Funktións ID - hetta er eitt 26-stava virðið ið stendur á sáttmálaskjalinum frá peningastovninum.
-
Kota at virkja sambandið við - verður send í SMS ella telduposti frá peningastovninum.
Stovna bankasamband
-
Vel "Banks" í valmyndini til vinstru og trýst á "New" fyri at stovna eitt nýtt bankasamband.
-
Vel ein banka í dropdown listanum og skriva eitt tøkuheiti (alias).
-
Vel samskiftihátt undir "Connection" og set inn skrásetingarvirði frá peningastovninum.
9870 - Suðuroyar Sparikassi
9865 - Noroya Sparikassi
9181 - Betri Banki
6460 - BankNordik -
Goym stillingarnar við at trýsta á "Save"-knøttin.
-
Virkja bankasambandið við at trýsta á bláa knøttin uttast til høgru (aftanfyri navnið).
-
Set in virkjanarvirðir - alt eftir hvat slag av bankasambandi talan er um - og trýst á "Activate!".
-
Eftir stuttum bili sæst eitt grønt flugubein aftast í "Alias" teiginum. Hetta merkir at bankasambandið er virki.