BankConnect uppseting

Trýst á “Uppseting”, “Ymiskt” og “Bank Connect”.

Ger BankConnect samskiftið virkið við at seta flugubein í teigin “Bank Connect virkið”.

Set virðini í hesar teigarnar (virðini vóru útflýggjaði tá konta var stovnað hjá Minteo).

  • Client ID (Felag og Brúkari)
  • Client Secret (API Key)
  • URL

Trýst á knøttin “Stovna” fyri at leggja kontur aftrat listanum sum Lundin brúkar ísv BankConnect.

Hvørt virðið skal tøppast inn við fylgjandi:

  • Banka alias
  • Reg. nr
  • Konto nr

Formatið skal verða: bankaalias-regno-kontonr

Gev gætur: bindistrikur skila millum ymsu virðini.

Banka alias: navnið á avtaluni sum er skrásett á minteo.io Um navnið ikki varð broytt við stovnan so er hetta t.d. “BankNordik FO”, “Betri FO”, “Norðoya Sparikassi FO” ella “Suðuroya Sparikassi FO”.

Reg. nr: registrering nummarið hjá peningastovninum, t.d. “6460”, “9181”, “9865” ella “9870”.

Konto nr: Inntøppaða kontonummarið skal samsvara við eitt bankakontonummar ásett á kontu og sum kreditkonto á tilhoyrandi skuffu.

Clearingskontonummar og MVG-clearingskontonummar skal eisini ásetast.

bankconnect-konto-bankkonto