Hópflytingar
Við “Hópflytingum” ber til at stovna fleiri flytingar í senn. Einki verður sent til peningastovnin áðrenn trýst verður á “Flyta til Heimabanka” í skuffu við flytingum.
Trýst á “Amboð” og “Hópflytingar” fyri at fáa fyrstu myndina um hópflytingar framm.
Á fyrstu myndini verða kreditorar/debitorar sorteraðir, um ein ikki vil leita eftir útgjaldingum hjá øllum viðskiftafólkið. Til ber at seta fyrsta og síðsta kontonummar ella at velja kundaflokk um slíkir eru ásettir.
Trýst á “Næsta”.
Á næstu hópflytingarmyndini ber til at sortera útgjøldini sum Lundin hevur funnið í bókhaldinum. Legg til merkis, at einans flytingar til kontur ið hava ásett banka-kontonr. verða avgreiddar. Kontur uttan banka-kontonr verða lopnar um.
Til ber at strika í listanum um bert ávísar av teimum funnu flytingunum skulu gerast. Nýt CTRL og/ella SHIFT fyri at velja fleiri linjur og strika tær við “Strika” knøttinum.
Tá listin vísir tey viðskiftafólk tú ætlar at flyta til er klárt at fara víðari.
Trýst á “Næsta”.
Á síðstu hópflytingarmyndini skal ein áseta bókingardag, skjalanummar, tekst til egið og móttakara kontoavrit, avsendarakonto nr (tygara bankakonto), skuffuna hesi skulu leggjast í og tíðarskeiðið.
Trýst á “Bóka” tá klárt er at leggja flytingarnar í skuffu.
Lundin skuldi nú greitt frá at so-og-so-nógvar flytingar vóru stovnaðar og lagdar í tað valdu skuffuna.
Trýst á “Dagligt” og “Bókingar” og vel skuffuna fyri at síggja at flytingarnar eru klárar at senda til peningastovnin.
Nú er klárt at geva peningastovninum boð umvegis BankConnect.
Tá trýst verður á knøttin “Flyta til Heimabanka” verða upphæddirnar fluttar.
Lundin vísir eini boð sum vísa talið av flytingum og samlaðari upphædd.
Kannast kann nú í netbankanum um flytingarnar vóru framdar.